|

Sunleif Rasmussen (1961) er kanska kendastur sum tónaskaldið, sum við teirri fyrstu føroysku symfoniini Symfoni nr. 1 “Oceanic Days”, ið vann Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2002, av álvara staðsetti Føroyar í klassiska tónleikaheiminum. Men hóast hetta, er hann ikki óroyndur kórleiðari. Hann hevur verið kórleiðari hjá Tarira, síðan kórið varð stovnað, men hevur í roynd og veru fingist við kórsang tað mesta av sínum tilkomna lívi. Til dømis sang hann við og stjórnaði kórinum Cantus Borealis í Havn í seinnu helvt av áttatiárunum, eins og hann var kórleiðari hjá Mpiri og Húsakórinum í Keypmannahavn í nítiárunum fyri bert at nevna nakrar úr rúgvuni av kórroyndum.
Sunleif hevur harumframt komponerað nøkur av teimum mest hugtakandi føroysku kórverkunum, ið bera brá av einum tónaskaldi, sum veruliga kennir til kór og kórsins úttrykksmøguleikar innanífrá. Føroyskar bókmentir hoyra til høvuðsíblástur Sunleif Rasmussens, ið ofta nýtir tekstir hjá eit nú Karsteni Hoydal og Williami Heinesen í sínum verkum. Sunleif Rasmussen er tónaskald við útbúgving frá Kongaliga Tónlistaskúlanum í Keypmannahavn við lærarunum Ivar Frounberg og Ib Nørholm og hansara stóra tónleikaliga vitan og fjølbroytta tilgongd til tónleikin kemur honum eyðvitað til góða eisini í kórleiðaraleiklutinum.
|